Lýsing av íbúðum

Á Eyðabø verða 24 leiguíbúðir gjørdar, bygningarnir eru í tveimum hæddum, men hvør íbúð er ein hædd. Íbúðirnar eru í trimum ymiskum sniðum. Sniðini hava heitini B1, B2 og C. 12 av íbúðunum eru snið B1, 3 eru B2 og 9 eru snið C.

Allar B1 íbúðirnar eru á niðaru hædd. Inngongdin er umvegis terrassuna. Hesar íbúðirnar hava tvey kømur, eitt alrúm, eina terrassu, eitt baðirúm, ein skúr og ein dur. Støddin á hesum íbúðunum er 85 m2.

B2 íbúðirnar eru á ovaru hædd. Inngongdin er á veghædd og eru harvið eisini vinarligar til koyristólar. Hesar íbúðirnar hava tvey kømur, eitt alrúm, eina terrassu, eitt baðirúm, ein skúr og ein dur. Støddin á hesum íbúðunum er 87 m2.

C íbúðirnar eru á ovaru hædd. Inngongdin er á veghædd og eru harvið eisini vinarligar til koyristólar. Hesar íbúðirnar hava eitt kamar, eitt alrúm, eina terrassu, eitt baðirúm, ein skúr og ein dur. Støddin á hesum íbúðunum er 57 m2.

Allar íbúðirnar eru hitaðar umvegis eina jarðhitaskipan.